Heimasíðan hjá Ægir veit at siga, at teir báðir Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir eru á veg til USA nú, at venja saman við íslendsku Ægir. Hetta verður undir leiðslu av franska Jacky Pellerin, sum er høvuðsvenjari hjá Ægir, og sum vit longu kenna nakrar ferðir frá vitjan í Íslandi og her í Føroyum, umframt øðrum samstarvi við Íslandi.
(Alvi og Óli klárir til start í Íslandi í juni 2011)