Politiken hevur í kvøld skýrt stjørnuskotið Mie Ø. Nielsen at vera ársins ‘fund’ í donskum ítrótti, frammanfyri bestu kandidatum úr ítróttum sum fótbólti, hondbólti, súkkling og frælsum ítrótti. Tað eru Danmarks Idrætsforbund, Team Danmark og ítróttarserfrøðingar á Politiken sum velja bestu nýggju íðkarar; Mie hevði ikki sjálv væntað meira enn at verða onkunstaðni millum nr 4 og 10, men er nú 11. svimjari sum fær æruna, har pápi hennara Benny Nielsen var tann sætti í 1986. Gott at síggja at danskir miðlar seta prís uppá síni ítróttarfólk. Les her á Politiken og sí video.
Nú tú sigur tað: “Gott at síggja at danskir miðlar seta prís uppá síni ítróttarfólk”
So meini eg at okkara miðlar hava “ársins fótbóltspælara” í ár.
Eg hati at ‘siga’ tað, men her er tað so.. OMG!!!
Annars flott Mie, stórt til lukku.
LOL
Kann man, hvis man hevur lisið eitt sindur av jarðfrøði, kalla seg fyri journalist? Eg meini so við. Tann, sum byrjaði ársins journalist tiltakið, hevur lisið medie videnskab, og ikki á journalist háskúlanum.
Ársins fótbóltsspælarir vóru Lukasz Cieslewicz og Rannvá B. Andreasen. Høvuðssponsorurin Vodafone handaði teimum gávu á Hvonn 22. oktober. “3-2”, also Kringvarpið, vísti frá handanini 24. oktober. Hví skal Kringvarp Føroya brúka fleiri pengar uppá tey bæði?
Sí á sportal.fo
og á kringvarp.fo/netvarp