Áhugaverd grein her á Politiken, har niðurlendski landsliðsvenjarin hjá Danmark, Paulus Wildeboer, metir um framtíðarmøguleikarnar hjá Mie Ø. Nielsen innan altjóða svimjing. Hann heldur at hon hevur valt (ella hevur verið við at velja) sergrein ov tíðliga, til tær stytru crawl og rygg, og at tey tí hava fingið hana at svimja aðrar og longri greinar eisini, so sum 800 frí og 400 blandað. At hon skal fyrst velja sergrein í 2014 ella 2015, tá ið hon er eini 18-19 ár. Og at hóast hon er so gávað við talenti og møguleikum, so er tað tó so enn torført at meta um, hvussu langt tað kann røkka.
»Jeg synes, Mie for tidligt har specialiseret sig i nogle korte løb. Derfor har vi også fået hende til at svømme andre discipliner som 800 meter fri og 400 meter medley, og jeg synes allerede, det har haft effekt« … »Hun er begavet med et stort talent og har et enormt potentiale, som skal udvikles, men hvor langt hun kan nå, er det svært at sige noget om«
Á DM í november vann hon seniorgull í 100 og 200 rygg og 100 og 200 blandað, umframt gull í 100 og 200 frí. Setti sjey donsk juniormet, millum annað í 400 blandað, so at hon nú eigur tey á stuttgeil í 50, 100, 200 og 400 frí, 50 og 100 rygg, og 100, 200 og 400 blandað. Umframt seniormetini í 50 og 100 rygg. Og juniormetini í 100 frí og 50 rygg á langgeil. Umframt at vinna bronsu í 100 rygg og 100 blandað á EM í Stettin.
– ikki at tað ikki er nakað rætt í tí sum Paulus sigur, men Mie er altso ‘head and shoulders’ yvir støðinum annars í Danmark, nú og nakrantíð 🙂
Paulus hevur púra rætt í øllum hann sigur, og eg skilji hann SERA VÆL.
At seta met í 50 og 100m í stuttum hyli er YVURHØVUR ikki nakað garanti fyri at kunna røkka til nakað sum helst í longum hyli. Og tað er har tær mest áhugaverdu kappingarnar eru, ella tær kappingarnar fólk leggja til merkis.
Tí irriterar tað meg út um allar grensur at okur hava svimjarar sum halda seg røkka stjørnunum tí tey vinna ella seta met í 50m… huff.
Betur var um tað ikki fekk umtalu (mín persónliga meining). Men hinvegin, tað er jú upp til fólk sjálvi hvat tey vilja við teirra svimjing, og nøkur 50m úrslit eru sum so fín, men tað er spell um tey droyma um nakað størri, og so gera hendan “feilin”.