Jeanette Ottesen varð fyri løtu síðani vald til ársins navn í donskum ítrótti, frammanfyri Carolinu Wozniacki og hondbóltsharrarnar. Sí tíðindi her á DR. Alexander Dale Oen varð um sama mundi valdur til ársins mannligi íðkari í Noregi, frammanfyri nøvn sum Petter Northug og Thor Hushovd. Sí tey tíðindini her á NRK. Stuttligt at akkurát tey bæði skuldu veljast, sum vóru ‘í lag’ við Páli og Jón á World Cup í Berlin, Moskva og Stokkhólmi í 2010.
(Jeanette, Malan, Magnus og Pál við morgunmatarborðið á World Cup í Stokkhólmi 2010)