Nú eru sniðgevarnir hjá Jack & Jones og Vero Moda komnir so mikið langt, at OL-klæðini hjá dønum kundu avdúkast her í vikuni. Tað eru Bestseller sum veita klæðini til allar teir donsku OL-luttakararnar, íroknað reseptiónsklæðir, innmarsj-klæðir, frítíðarklæðir, paradudraktir og ‘Denmark Wear’. ‘Paradudraktir’ eru vanligu treningsdraktirnar, sum til dømis svimjararnir eru í tá ið teir fara eftir heiðursmerkjum. Vist nokk tær heilt reyðu við hasari hvítu strípuni frá vinstru øksl, sum vit milum annað síggja Rikke Møller Pederesen og Jeanette Ottesen vera í á videoini niðanfyri. Sí ol.dk
Hopi, at Pál fær eitt klekkiligt bonus fyri at fara í so vemmilig klæðir.
Stendur “Lurpak” á bringuni? 🙂