Væleydnað kunningarferð um Føroya fyrsta langhyl

Frá verkætlanini Svimjihøllin á Oyrunum

Seinastu vikuna hava fyrireikararnir til Føroya fyrsta langhyl verið kunningarferð í Suðuroynni.

Vitjað var í øllum kommunum í oynni og framløgur vóru í Sumba, í Vági, í Porkeri, í Hovi, í Fámjin, á Tvøroyri og í Hvalba.

Áhugin fyri Føroya fyrsta langhyli er stórur og varð eisini tikið sera væl ímóti verkætlanarbólkinum á kunningarferðini í Suðuroynni.



Á kunnandi fundum var framløga við Niclas Hera Jákupsson um vinnarar og taparar, og við John Henrik Holm um verkætlanina við Føroya fyrsta langhyli.

Á fundunum varð nógv kjak um hesa sera spennandi verkætlan. Og nógv nýttu eisini høvdið at tekna Pál-lán, bæði á sjálvum fundunum og í døgunum eftir fundirnar (møguleiki er enn at tekna Pál-lán, meiri um tað her).

Fyrireikararnir takka fyri góðu uppmøtingina og móttøkuna á kunningarferðini í Suðuroy.

Í næstum verða fundir við fyritøkur í Suðuroy.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.