Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag sum bert annar føroyingur yvirhøvur at svimja undir 16 minuttir í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 15:53.39. Hin føroyingurin sum hevur megnað hetta er sjálvur Pál Joensen, afturi í 2007, tá ið hann setti føroyskt met 15:56.21. Óli hevur við hesum vunnið sær gullnál, har kravtíðin var 16:00.42.
Tað er hart at svimja langt … og dyrka hvussu violett hárið er hjá harra Gardshodn ! 🙂