Støðumynd av føroyskum metum

Í vikuskiftinum ruku nøkur gomul met, harímillum elsta stuttbana metið hjá einstaklingum, ið var 200 firvald hjá Nataliu Reinhard frá 2005. Nú eigur Elspa Mørkøre tey elstu einstaklingametini, sum bæði eru í 400 blandað frá 2005 (langbana) og 2007 (stuttbana). Á myndini her eru føroysk einstaklingamet og met hjá stafettum á stutt- og langbana bólkaði eftir árið tey eru sett.


Tey flestu føroysku metini í svimjing eru nýggj, samanborið við metini í frælsum ítrotti.

Metini hjá Dansk Svømme Union koma serliga frá superdraktum, tó finnast yngri og eitt sera gamalt met hjá Benny Nielsen frá 1987 – eisini í 200 firvald.

Miðal fyri metini í Føroyum og í Danmark í 2009 Fina stigum.

Land Stuttbana met Langbana met Stuttbana juniormet Langbana juniormet
Føroyar 765 664 732 635
Danmark 968 885 870 789

Býtið av metum millum svimjarar.

SSF met (18 svimjarir) – 12 feb 2012 SSF juniormet (13 svimjarir) – 12 feb 2012
DSU met (17 svimjarir) – 12 feb 2012 DSU juniormet (26 svimjarir) – 12 feb 2012

2 thoughts on “Støðumynd av føroyskum metum”

  1. Her eru bara met á stuttbana í 2003 tald. Síðani samanborið við 2012 í tali. Miðal fyri metini á stuttbana í 2003 er 597 í 2009 Fina stigum. Sum nevnt omanfyri er miðal í dag hækkað til 765 í 2009 Fina stigum.

  2. Her eru stuttbana met í 2001 tald. Miðal fyri metini á stuttbana í 2001 er 591 í 2009 Fina stigum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.