Danska svimjisambandið hevur í sínum nýggjasta tíðindabrævi tilvísing til hesa hagtalsviðgerð av HM í Shanghai í fjør, gjørd av Matt Hooper í World Swim Coaches Association, sum landsliðsvenjarin Paulus Wilderboer hevur sent teimum av hæddarlegu í Spania. Har eru áhugaverd dáta – men eitt sum fangar serliga mítt eyga, er listin yvir tær tjóðir sum rukku finalur, og tær sum ikki gjørdu.
Pál rakk sum kunnugt finalu í báðum kappingum sum hann luttók í, og er tí einsamallur atvold til at Føroyar eru millum tær 37 av 178 tjóðum sum komu minst éina ferð í finalu. Av tjóðum sum ikki komu í finalu kunnu nevnast: Argentina, Belgia, Bulgaria, Kroatia, Cuba, Egyptaland, Estland & Letland, Finland, Ísland, India & Pakistan, Iran & Irak, Írland, Jamaica, Mexico, Paraguay, Filipsoyggjar, Portugal, Rumenia, Slovakia, Turkaland, Uruguay. Og 117 aðrar 🙂
Føroyar var tað einasta landi, sum hevði eins nógv finalupláss sum innleiðandi riðlar. Drew Gordon segði á sinni, at málið hjá týskarum í Budapest 2010, var at fáa allar sínar luttakarir víðari til semifinaluna:
“The german team giving targets of getting into semifinals, and then trying to swim faster of making finals, they have all done that, they have all got 2nd swims, a few of them into finals. “
Tað er kanska lættari hjá einum landi, sum hevur éin svimjara, at raka 100%, men “lætt” er tað neyvan. Flott av Pál at klára seg víðari í 800 og 1500 frí finaluna og síðani klára seg so væl har eisini.
…og søguligt er tað eisini, at Pál samstundis kláraði OL-kravtíð. Søgulig úrslit í Shanghai – óansæð hvat Kringvarpið velur at halda. Sí kortið yvir lond, sum eiga svimjarar, ið hava klárað OL-kravtíðir. Her hava Rókur og eg hugt at, hvørjir topp-2 svimjarir í hvørjari grein, sum hava klára OL-kravtíðir til og við januar 2012. Also eitt kort yvir virtuel landslið.
Sí størri kort á swimmersdaily.