SwimNews.com veit nú at siga, at Antwerpen hevur trekt seg um vertur fyri EM á langgeil í mai mánaða. Belgisku Sporza vita at siga, at tað er vegna fíggjartrupulleikar – at har fyri einum mánaða síðani manglaðu 400.000 evrur til at fáa fíggjarætlanina at ganga upp, og at ein høvuðsstuðul trekti seg fyri tveimum vikum síðani. Fyriskipararnir høvdu enn vón at klára tað til nú fríggjadagin, men evropeiska svimjisambandið LEN hevur nú mist tolið við teimum. Ætlanin er enn at hava EM um somu tíð, og ein nýggjur vertur er tí væntandi rættiliga skjótt … Sporza hevur London sum boð uppá nýggjan vert.