Heilsan frá Jón úr Suðurafrika:
5000m test í gjár, Pál svam 54:00,18 og er tað betur enn nakar dani hevur gjørt. Til dømis kann sigast at seinastu 3000m hjá Páli vóru 50 sek skjótari enn besti 3000m testurin hjá donsku harrunum (Glæsner & Lie) nakrantíð hava gjørt.
Tá skal sigast, at hetta er í hæddunum har suðuri í Afrika, 34 gradir og 1800 metrar uppi, sambært serfrøðingum har reelt nærri 2000, tá ið tað er so heitt.
(og teir hava eftir øllum at døma tíð til annað eisini 🙂
Tað er umleið 1 min 4 sek og 8/10 sek per 100 metrar í miðal.
Tað er neyvan nakrar norðurlendingur, sum hevur svomið skjótari 5000 m enn Pál.