Hugsa um hatta eina løtu: Vit hava verið her ofta fyrr, og allarflestu føroyingar hava eftirhondini fangað at Pál Joensen er nakað heilt serstakt, í veruligum heimsklassa í eini ítróttargrein sum hevur røtur líka aftur til fyrsta OL í Athen í 1896 og longri. Tað eru bara frælsur ítróttur, svimjing, fekting og amboðsfimleikur sum uttan íslit hava verið ítróttargreinir á øllum summar-OL, og 1500 frí fastur táttur líka síðani St. Louis í 1904 (OK, akkurát í St. Louis var tað ein ‘mile’, men tað er sirka tað sama). Bretland er eitt av bert 5 londum sum hava luttikið á øllum summar-OL (hini eru Grikkaland, Frakland, Sveits og Avstralia). Og tó so varð Daniel Fogg bara triði bretin í heimssøguni undir 15 minuttir í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá hann her um vikuskiftið kvalifiseraði seg til triðja OL sum bretar skipa fyri, í London í summar. Fogg svam flottu tíðina 14:55.30. Pál svam 14:46.33 í Shanghai.
(Videoin her er um Daniel Fogg og toymið aftanfyri hann á English Institute of Sport á Loughborough University. Tey siga at tað krevst; vit vita at tað er ikki alneyðugt, men at tað hevði gjørt tað heila ein heilan deil lættari.)