Ian Thorpe skal royna at kvalifisera seg til OL komandi vikuskifti í Adelaide, Avstralia. Men útlitini eru ikki góð ífylgi spælistøðum.
Spæl | Ja | Nei | Spælistað |
Klárar Thorpe at koma í 100 frí finalu? | 8.00 | 1.05 | www.tab.com.au |
Klárar Thorpe at koma í 200 frí finalu? | 2.75 | 1.40 | www.tab.com.au |
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? | 2.60 | 1.45 | www.sportsbet.com.au |
Fyri einum mánað síðani vóru vónirnar betri.
Spæl | Ja | Nei | Spælistað |
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? | 1.16 | 4.50 | tomwaterhouse.com |
Thorpe skal svimja 200 frí innleiðandi komandi fríggjamorgun kl 10 lokala tíð. Tey eru íløtuni 10 1/2 tímar frammanfyri okkum, so eg fái tað til 23.30 hóskvøld hjá okkum í Føroyum. Tilmeldingartíðin hjá Thorpe er 1:50.79, ið er bert 18. besta tilmeldingartíð. Hann skal eftir øllum at døma svimja 2-3 sekund skjótari fyri at koma við stafettliðið í 4×200 frí.
100 frí sær út til at gerast uppaftur torførari hjá Thorpe. Har eigur hann 27. besta tilmeldingartíð (50.84). Innleiðandi í 100 frí verður sunnumorgun kl 10 lokala tíð, ella 23.30 leygarkvøld føroysk tíð.
Úrslitini verða at finna her.
Ian Thorpe bleiv bert nr 3 riðil 7 við 1:49.16.
Thorpe er víðari frá innleiðandi 200 frí við deilt 5. pláss. Tað var annars tætt í millum 5. og 12. pláss.