Pál og Magnus á OL-úttøkustevnu um vikuskiftið

Pál og Magnus í BellahøjTíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú um vikuskiftið fara Pál Joensen og Magnus Jákupsson at luttaka á Danish Open í Bellahøj, sum er úttøkustevnan hjá dønum til Olympisku Leikir í summar, og til EM á langgeil í vár. Pál hevur sum kunnugt longu klárað kravtíð til OL við sínum fjórðaplássi í 1500 frí á HM í Shanghai í fjør, men skal tó staðfesta sítt pláss á OL-liðnum aftur nú, til at vera vísur í at sleppa við til London.

Stevnan byrjar við innleiðandi riðlum klokkan 10:00 danska tíð, hósmorgunin 22. mars, og koyrir so við innleiðandi klokkan 10 og finalum klokkan 17:30, í fýra dagar fram til sunnudagin 25. mars, tá ið finalurnar byrja klokkan 17:00. Týdningarmesta kapping fyri okkum føroyingar er vælsagtans teir 1500 frí hjá monnum, sunnukvøldið klokkan umleið 18:35 danska tíð (17:35 í Føroyum), men annars er nógv annað spennandi á skránni, bæði hjá Páli og Magnusi, og eisini hjá teimum dønum sum ætla sær til OL.

Sum nakað heilt serligt verður ein 4×200 metra frísvimjing tíðtaking leygarkvøldið, har fýra teir skjótastu mennirnir í 200 frí skulu royna at kvalifisera Danmark til OL í hesi grein, um altso tríggir teir skjótastu í einstaklingakappingini dagin fyri klára 1:49.82. Hendan tíðtaking kann væl hugsast at verða avgerandi fyri um ein ella tveir danir afturat sleppa við til London, og Pál er tí eisini spurdur um hann vil royna at hjálpa teimum, til at styrkja um stafettina. Pál hevur sagt ja, og luttekur sostatt í einstaklingakappingini 200 frí, til at síggja um hann verður millum teir skjótastu fýra, har ein annar væl kann verða Frans Johannesen ið hevur føroysk foreldur, men sum eisini millum OL svimur fyri Danmark.

Danska svimjisambandið endurgevur sportschef Lars Sørensen fyri at gleða seg mest til júst hesa tíðtaking:

Holdkappen 4×200 fri for herrer, der skal svømmes lørdag aften, er en af de ting, Lars Sørensen ser mest frem til. “Der er masser af positivt drama. De fire højst rangerede i det individuelle løb, 200 fri for herrer, bliver udvalgt til at svømme holdkappen, men mon ikke Mads Glæsner (VAT-CPH/VI39) og færøske Pál Joensen får 2 af pladserne. Resten bliver så spændende, og der vil helt sikkert blive kæmpet”

Sí http://www.svoem.dk/t2w_421.asp?art=ar&id=4808&tid=20-03-2012+14%3A45%3A59

Úttøkan til OL er soleiðis háttað, at teir báðir skjótastu svimjarar í hvørjari grein eru tryggjaðir pláss á OL-liðnum, sum hava klárað viðkomandi A-kravtíð hjá FINA tá ið Danish Open er avgreitt. Hesir svimjarar kunnu so trygt fara undir síðstu hørðu venjing upp undir OL, meðan restin kann royna eina síðstu ferð á EM í Debrechen, eftir teimum plássum sum eftir eru, um altso tey klára kravtíð til EM.

Um vit taka okkara egna Magnus, so kann hann altso í prinsippinum royna eftir OL-kravtíð nú, og so aftur á EM í Debrechen, hartil hann longu hevur klárað okkara føroysku kravtíð. Fokus hjá Magnusi í ár er tó fyrst og fremst at fáa eitt gott úrslit á EJM í Antwerpen í summar, frættist.

Pál hevur sum sagt longu klárað kravtíðina í 1500 frí, og kann sostatt ikki ‘svimjast av liðnum’, uttan so at annaðhvørt tveir aðrir svimja skjótari enn hansara 14:46.33 og fjórðapláss á HM í Shanghai, ella at hann nú svimur verri enn kravdu ‘stabilitets-tíðina’ á 15:25.51, ásett av Dansk Olympisk Komité í samráð við Svimjisamband Føroya. Ein tíð sum av politiskum ávum er nágreiniliga tann sama sum ‘stabilitets-tíðin’ hjá danska svimjisambandinum. Um hann skuldi svomið verri enn hetta, til dømis vegna sjúku, so má Svimjisamband Føroya søkja um dispensatión frá Dansk Komité, við grundgeving í testúrslitum ella møguligum úrsliti á EM í Debrechen, áðrenn vit kunnu vera vís í at Pál sleppur við til London.

Hesin síðsti møguleikin er tíverri longu aktuellur hjá dønum sjálvum, við tað at Rikke Møller Pedersen júst nú hevur brotið eitt rivjabein, og tí ikki fær luttikið á Danish Open, sum ein av teimum ið annars hava klárað OL-kravtíð.

Hinvegin hevur Pál eisini enn møguleika at kvalifisera seg til OL í 400 frí, har kravtíðin er 3:48.92, ella í 200 frí har kravtíðin er 1:47.82. Bestu tíðir hjá Páli eru ávíkavist 3:48.57 og 1:50.04, frá tíðini við superdraktum.

Skráin hjá Páli og Magnusi

Tíðirnar niðanfyri eru vegleiðandi danskar tíðir, tølini í klombrum teirra styrkismeting.

Hósmorgun 22. mars 2012

  • Kl 10:00, Kapping 1, 50 rygg riðlar, Magnus 27.44 (nr 3 av 28)
  • Kl 11:06, Kapping 7, 400 frí riðlar, Pál 3:48.57 (nr 2 av 18)
  • Kl 11:35, Kapping 9, 200 blandað riðlar, Magnus 2:09.46 (nr 8 av 27)

Hóskvøldið 22. mars 2012

  • Kl 17.30, Kapping 1, 50 rygg hálvfinalur
  • Kl 18:42, Kapping 7, 400 frí finala
  • Kl 19:13, Kapping 9, 200 blandað finala
  • Kl 19:36, Kapping 1, 50 rygg finala

Fríggjamorgun 23. mars 2012

  • Kl 10:13, Kapping 13, 100 rygg riðlar, Magnus 58.03 (nr 4 av 33)
  • Kl 10:37, Kapping 15, 200 frí riðlar, Pál 1:50.04 (nr 4 av 44)

Fríggjakvøldið 23. mars 2012

  • Kl 18:11, Kapping 13, 100 rygg hálvfinalur
  • Kl 19:33, Kapping 15, 200 frí finalur

Leygarmorgun 24. mars 2012

  • Kl 10:29, Kapping 23, 100 firvald riðlar, Magnus 56.06 (nr 13 av 43)

Leygarkvøldið 24. mars 2012

  • Kl 17.59, Kapping 23, 100 firvald hálvfinalur
  • Kl 18:24, Kapping 13, 100 rygg finala
  • Kl 20:02, Kapping 39, 4×200 frí tíðtaking

Sunnumorgun 25. mars 2012

  • Kl 10:17, Kapping 31, 200 rygg riðlar, Magnus 2:06.71 (nr 6 av 30)

Sunnukvøldið 25. mars 2012

  • Kl 17:34, Kapping 31, 200 rygg finala
  • Kl 18:21, Kapping 23, 100 firvald finala
  • Kl 18:35, Kapping 37, 1500 frí besti riðil, Pál 14:46.33 (nr 1 av 16)

Beinleiðis varp á netinum

Danska svimjisambandið bjóðar í samstarvi við DR ‘live stream’ frá øllum finalum, á http://www.dr.dk/Sporten/MinSport/2012/02/29135252.htm

Hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á http://www.livetiming.dk/?cid=1001

Hesi leinki og annað viðkomandi verður savnað á www.svimjing.com/live, so at tað skal vera so lætt hjá føroyum sum møguligt at fylgja við luttøkuni hjá Páli og Magnusi.

Og vit hava eisini frætt, at Kringvarp Føroya ætlar at senda fólk á staðið.

Tilvísingar

Síðan hjá danska svimjisambandinum um Danish Open:
http://www.svoem.dk/t2w_1963.asp

OL-krøv hjá dønum (føroysku eru tey somu): http://www.svoem.dk/Billeder/LarsSorensen/kravtider/OL2012kravtiderogudtagelsesregleriDIFvers2,maj2012.pdf

Tulking av krøvunum til 4×200 frí
http://www.svoem.dk/t2w_491.asp?id=4809&tid=20-03-2012+20%3A45%3A44

Startlistar
http://www.svoem.dk/resultatfiler/6340/Startliste%20L%C3%B8b%201-39.html

Tíðarætlan riðlar
http://www.svoem.dk/resultatfiler/6340/Forel%C3%B8big%20tidsplan%20indledende.pdf

Tíðarætlan finalur
http://www.svoem.dk/resultatfiler/6340/Forel%C3%B8big%20tidsplan%20finaler.pdf

Tíðindaskriv frá danska svimjisambandinum um Danish Open:
http://www.svoem.dk/t2w_421.asp?art=ar&id=4808&tid=20-03-2012+20%3A45%3A44

Live Timing
http://www.livetiming.dk/?cid=1001

Live Stream
http://www.dr.dk/Sporten/MinSport/2012/02/29135252.htm

Jákup Jacobsen tók myndina av Páli og Magnusi í Bellahøj.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.