Aftur í dag megnaðu teir tríggir føroyingarnir á Danish Open at kvalifisera seg til finalu, Magnus Jákupsson við 59.44 og 2. plássi í 100 rygg, aftanfyri bara Aschwin Wildeboer, bronsuvinnari frá HM í Rom í 2009, Pál við 1:50.41 og bestu tíð í 200 frí, og Frans við 1:52.14 og 7. plássi eisini í 200 frí. Allir soleiðis víðari til finalur í kvøld, annan dag á rað.
Her eru splitttíðirnar hjá A-finalistunum og Jakob Andkjær í 200 frí.
Reaktiónstíðirnar vóru:
Daniel Skaaning – 0.60
Jakob Andkjær – 0.68
Anders Lie – 0.70
Olaf Wildeboer – 0.70
Mads Glæsner – 0.71
Pál Joensen – 0.72
Søren Dahl – 0.72
Frans Johannessen – 0.73
Emil S Gregersen – 0.74