Pál Joensen vann fyri løtu síðani A-finaluna í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2012, við nýggjum føroyskum meti 1:48.98, har metið hjá honum frá donsku meistarastevnuni í 2009 var 1:50.04. Mads Glæsner varð nr 2 við 1:49.05, Daniel Skaaning nr 3 við 1:49.85 og Anders Lie 1:49.86; so nú er tað upp til teir ovastu í danska svimjisambandinum, um teir skulu sleppa at royna seg í 4×200 frí tíðtaking í morgin, har kravið annars var at tríggir skuldu undir 1:49.82.
Talan var um eminenta svimjing hjá Páli – hann kom eitt sindur seint av skamlinum, men dróg seg so fyrstu 100 metrarnar fram til at liggja nr 1, dróg meira frá til 150, og svam so ein desideraðan spurt ímóti Mads Glæsner, sum føroyingurin vann. Einki at snakka um, Mads tekur hann ikki í hasum longur.
Hjá Magnusi sá tað líka imponerandi út; hann vann sína hálvfinalu í 100 rygg í stórum stíli umleið kroppslongd frammanfyri tann næsta, og varð við tíðini 58.63 tilsamans triðbestur aftanfyri Aschwin Wildeboer og Andreas Schiellerup, har føroyska metið hjá Magnusi er 58.51 frá EJM í Beograd í fjør.
Frans Johannesen var sum kunnugt eisini í eldinum, í A-finaluni í 200 frí, har Pál og teir sum sagt svumu seg til vælsagtans 4×200 frí tíðtaking í morgin. Frans sást ikki væl í myndini, men reyk vist nokk eitt sindur afturum beinanvegin, og kom so ongantíð ordiliga uppí leikin aftur. Tó so, flott tíð 1:51.81, og sættapláss av øllum 39 luttakarum í hesi grein á Danish Open 2012.
Úrslitalistarnir frá í kvøld kunnu síggjast her.
One thought on “Pál 1:48.98, føroyskt met og nr 1 á Danish Open 2012”