Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina

Ein gysari er júst avgreiddur, og eitt føroyskt ævintýr av sonnum, tá ið teir fýra Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Pál Joensen royndu eftir kravtíðini 7:15.65, sum danir høvdu ásett til at taka út stafett til Olympisku leikir. Eftir fyrstu tveir vóru teir í neyð, Glæsner og Skaaning høvdu lagt ov hart út og mistu tí á stokkinum; men Anders helt sítt og Pál svam yvir evni, til úrslitið 7:15.38.

Holdkap_5

Glæsner royndi eftir øllum at døma eftir kravtíð sum einstaklingur eisini, og legði klárt skjótast út, fyri síðani at ‘doyggja’ líka so klárt ímóti endanum, til 1:49.46 har hann í gjár svam 1:49.05. So kom Daniel Skaaning, líka hart avstað, og sá gott út til miskeiðis í síðstu 50, tá ið armarnir byrjaðu at svíkja. Tíð 1:49.04 við flúgvandi starti, har hann í gjár svam 1:49.85 frá startskoti av.

Donsku kommentatorarnir høvdu her mestsum mist vónina, men fingu hana nøkulunda aftur tá ið Anders Lie helt sítt. Nógv javnari splitt til 1:49.09, har hann í gjár svam 1:49.86.

Holdkap_1

Og so kom Pál.

Enn eitt surrealistiskt upplivilsi hetta vikuskiftið, at hoyra hvussu danir løgdu alla sína vón í ‘vores færøske ven’. Pál avstað sum eitt óløgi, skjótari útlegg enn til 200 í gjár, og líka so skjótt sum Skaaning við 100. Høllin á gosi, vónin til staðar, og Pál svam sum pískaður, til splitt-tíð 1:47.79, har hann í gjár svam 1:48.98.

Holdkap_2

Samlað úrslit 7:15.38, og villur jubel tí at Pál hevði svomið tað heim. Stafettin formelt úttikin til OL, um altso bara eingin onnur stafett svimur teir burtur úr hópinum aftur, áðrenn evstamark fyri tilmelding er farið. Har er nevniliga kvota á, kenni ikki heilt talið, men tað er eitt fast tal av liðum sum sleppur við. Men í løtuni eru teir so innanfyri, og føroyingurin átti æruna.

Ófatiligt.

René Thomsen eigur myndirnar úr Bellahøj í kvøld.

3 thoughts on “Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina”


  1. Metrar Mads Glæsner
    50 25.52
    100 27.50
    150 28.25
    200 28.19
    Daniel Skaaning
    50 24.75
    100 27.38
    150 28.25
    200 28.66
    Anders Lie
    50 24.97
    100 27.57
    150 28.10
    200 28.45
    Pál Joensen
    50 24.97
    100 27.22
    150 27.69
    200 27.91
  2. Daniel Skaaning helt eisini tørn sum Anders Lie. Daniel legði harðari út og misti meira í endanum enn Lie, men samlað kláraði hann seg einsvæl sum Lie. Hvis nakar var “syndarin” í 4×200 frí, so var tað Mads. Hann svam greitt spakuligari enn í 200 frí finaluni. Men hóast Mads svam spakuligari enn dagin fyri, so svam Mads skjótari enn Anders og Daniel, hvis man leggur 0.7 sek aftrat í flúgvandi starti hjá Daniel og Anders. Bjargingarmaðurin vita vit øll hvør var 🙂
    Á talvuni her síggja vit splitttíðirnar frá 200 frí finaluni og 4×200 frí. Niðast havi eg roknað, hvussu nógv skjótari ella spakuligari stafettsplitttíðirnar vóru í mun til 200 frí finaluna. (*) Fyri Pál, Daniel og Anders havi eg lagt 0.7 sek aftrat tær fyrstu 50 m, sum er nøkulunda tað teir brúktu uppá startin í 200 frí.

    Splitttíðir frá 4×200 frí

    Pál Joensen Mads Glæsner Daniel Skaaning Anders Lie
    50 24.97 25.52 24.75 24.97
    100 27.22 27.50 27.38 27.57
    150 27.69 28.25 28.25 28.10
    200 27.91 28.19 28.66 28.45
    Endalig tíð 1:47.79 1:49.46 1:49.04 1:49.09

    Splitttíðir frá 200 frí

    Pál Joensen Mads Glæsner Daniel Skaaning Anders Lie
    50 26.09 26.02 25.83 25.74
    100 27.50 27.76 27.72 27.76
    150 27.94 28.04 28.59 28.34
    200 27.45 27.23 27.71 28.02
    Endalig tíð 1:48.98 1:49.05 1:49.85 1:49.86

    Munur á splitttíðum. 4×200 frí – 200 frí + 0.7sek aftrat*

    Pál Joensen Mads Glæsner Daniel Skaaning Anders Lie
    50 -0.42 (*) -0.50 -0.38 (*) -0.07 (*)
    100 -0.28 -0.26 -0.34 -0.19
    150 -0.25 -0.21 -0.34 -0.24
    200 0.46 0.96 0.95 0.43
    Samlaður munur -0.49 0.41 -0.11 -0.07

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.