Pál 15:04.39 og tryggjaður OL-pláss í 1500 frí

Pál Joensen megnaði í dag at tryggja sær pláss á danska OL-liðnum til eisini 1500 metra frísvimjing í London, tá ið hann á Danish Open svam teinin uppá 15:04.39, har OL-kravið var 15:11.83. Í veruleikanum nýttist honum ikki at svimja skjótari enn 15:25.51, til at lúka danska kravið um at prógva at hann enn er í form, eftir at hava klárað kravtíð á HM í Shanghai í fjør við 14:46.33; og tað var jú nærmast væntað at hann fór at svimja skjótt, nú hann hevur klárað seg so væl í 200 og 400 frí. Hinvegin kláraði danski Mads Glæsner ikki teir 15:11.83 sum hann helst skuldi klára nú, og kemur hann tí mest sannlíkt bara at svimja 400 frí í London, um ikki hann roynir seg á EM í Debrechen í mei, ella danir gera okkurt undantak. Sí úrslistalista her.

Pál og Mads eftir 1500 frí á Danish Open

(Pál og Mads eftir 1500 frí í dag, René Thomsen eigur myndina)

2 thoughts on “Pál 15:04.39 og tryggjaður OL-pláss í 1500 frí”

  1. Her eru splitttíðir per 50m hjá Páli og Mads í 1500 frí finaluni. Pál setur ferðina upp aftaná 300m, Mads roynir at fylgja við, men sleppur heilt aftaná 500m. Tað sær út at vera harðari hjá Mads at svimja út frá startskamlinum enn heimaftur. Aftaná 1100m mangla 50m splitttíðir hjá Mads, so frá 1100 til 1500 er eitt miðal roknað fyri Mads per 100m.


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.