Ja tað gongur skjótt í svimjingini – leygarkvøldið svumu danir og Pál flottu tíðina 7:15.38 í 4×200 frí, til vónandi at verða bjóðað sum eitt av fýra eykaliðum til OL í London, afturat teimum 12 fremstu á HM í Shanghai sum eru tryggjaði pláss. Og í morgin – tvs. í kvøld, nýsælendska tíð – kláraðu teir fýra Matthew Stanley, Steven Kent, Dylan Dunlop-Barrett and Andrew McMillan at yvirganga danir, við nýggjum nýsælendskum meti 7:14.05. Sí swimming.nz
Danmark liggur tí nú (so vítt eg dugi at síggja) sum nummar 14 av 16 møguligum, har evstafreistin fyri at klára kravtíð er í juni.
Kvalifiserað frá Shanghai 2011
- USA – 7.02.67
- France – 7:04.81
- China – 7:05.67
- Germany – 7:08.32
- Australia – 7:08.48
- Great Britain – 7:10.84
- Japan – 7:10.92
- Italy – 7:12.26
- Austria – 7:13.34
- Canada – 7:13.73
- Russia – 7:14.12
- South Africa – 7:15.65
Tey 4 eykaliðini, sum støðan er nú
- New Zealand – 7:14.05 – NZ Champs 2012
- Denmark – 7:15.38 – Danish Trials 2012
- Belgium – 7:17.39 – Shanghai 2011
- Brazil – 7:18.44 – Shanghai 2011