Áhugin fyri Páli var sanniliga stórur áðrenn hansara 1500 frí, sunnudagin- vit frætta at har vóru minst 100 føroyingar í høllini sum róptu hart tá ið hann var præsenteraður, og áðrenn sjálva kappingina fekk hann eisini høvi at heilsa uppá Fríðrik krúnprins og Mary krúnprinsessu, saman við restina av OL-liðnum. Jón heilsar at krúnprinsurin veit heilt nógv um svimjing, og at hon veit ALT (sum fyrrverandi kappsvimjari).
(Krúnprinsaparið hyggja at Danish Open saman við Kaj Aagard, formanni í danska svimjisambandinum. René Thomsen eigur myndirnar)
Mary krúnprinsessa er verji hjá danska svimjisambandinum
“Protektor: Hendes Kongelige Højhed Kronprinsesse Mary”
Stendur allastaðni niðast á http://www.svoem.dk