Tórshavnar Kommuna fer at viðgera 50 metra svimjihøll í kvøld

Á býráðsfundi hjá Tórshavnar Kommunu í kvøld er ein ætlaður langhylur á skránni; í høvuðsheitum eftir uppskoti frá Havnar Svimjifelag, at byggja nýggja høll vestanfyri verandi svimjihøll, heldur enn at leingja verandi stutthyl.

langhylur-i-havn

Úr skránni fyri býráðsfundin:

Svimjihøll til 50 metra hyl
Havnar Svimjifelag hevur fyri býráðnum javnan víst á tørvin at víðka karmarnar fyri svimjing í Havn. Í heildarætlanini fyri Gundadal, sum varð gjørd í sambandi við útbygging av Tórsvølli sum altjóða stadion, er lagt upp til leinging av verandi svimjihøll. Felagið hevur hinvegin víst á aðra loysn, har bygt verður nýggj høll við 10 geilum, tvs. 25×50 metra hyl, vestanfyri verandi svimjihøll í Gundadali, har sum ÍSF-húsið er í dag.

Í fíggjarætlanini eru kr. 5 mió settar av til at seta í gongd arbeiðið at fyrireika nýggja 50 metra svimjihøll, sum lýkur altjóða krøv, og sum saman við verandi høll nøktar samlaða tørvin á svimjing bæði hjá íðkarum og almenninginum. Talan er um stóra byggiverkætlan. Til tess at seta í gongd arbeiðið er neyðugt at fáa til vega byggiskrá, har byggiætlanin verður lýst og kravfest, og at fáa gjørt skitsuppskot. Setast skal eisini bygginevnd.

Tilmæli:

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til, at sett verður bygginevnd til nýggja svimjihøll við 50 metra hyli, sum lýkur altjóða krøv, og at nevndin útvegar byggiskrá og skitsuuppskot. Mælt verður harumframt til at játta kr. 500.000 til endamálið av kontu 5775 ítróttaranlegg (løgujáttan).

Mentamálanevndin 14. mars 2012: Samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið um fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin 21. mars 2012: Samtykt at mæla býráðnum til at taka undir viðtilmælinum og játta kr. 500.000 til endamálið av kontu 5775 ítróttaranlegg (løgujáttan).

Fundurin byrjar kl 18 í kvøld og er almennur, sí fundarskrá her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.