Magnus Jákupsson hevur í morgun sett nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, við tíðini 25.22 har metið hjá honum var 25.50 frá stevnu í St. Dizier í november í fjør. Hetta var sum liður í donsku meistarastevnuni fyri lið í ‘liga-deildini’ (tað er besta deildin í Danmark), og merkisvert er at hetta eisini er skjótari enn danska juniormetið hjá Mathias Gydesen frá 2006, á 25.31. Sí úrslitalistan her.
(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)
Minnast tykur tá ið 25,22 var nokk til heiðursmerki til FM í 50m frí? 🙂
Og so væl undir metið hjá dønum. Og nokk so sigandi er tað, at Gydesen sum hevur danska metið á 25,31 bert er éin 1/100 sekund frá OL kravtíð í 100m rygg.
Flott Magnus.
Nú sleppa føroyingar ongantíð aftur at seta donsk met 😉