Tøk frá 1500 finaluni í Danish Open

Frekvensurin hjá Páli í Danish Open var stórtsæð tann sami, sum hann hevði í Shanghai í fjør. Í EM finaluni í Budapest svam Pál við fleiri tøkum, so okkurt er hent síðan 2010. Í Budapest lá frekvensurin í miðal á 41.27 tøk per longd, meðan í Shanghai og Danish Open var frekvensurin ávikavist 38.17 og 38.1.


Í finaluni í Danish Open helt Mads Glæsner frekvensin tá Pál setti ferð á við 300m, men aftaná 500-550m orkaði hann ikki at halda í Páli longur. Frekvensurin fall og splitttíðirnar øktust.

Pál svam við eitt sindur færri tøkum tær fyrstu 300m í Danish Open í mun til Shanghai, men ferðin var eisini lægri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.