Ein av høvuðsstuðlunum hjá japanska svimjisambandinum, virðisbrævafyritøkan GMO Click, lovar nú sambært SwimmingWorld Magazine ein bonus á yvir 2 milliónir krónur (30 milliónir yen) til teir japanskar svimjarar ið klára at vinna gull á OL í London, einar 200.000 krónur til silvurvinnarar og einar 68.000 krónur til bronsuvinnarar, í liðsvimjingin at býta javnt millum teir fýra svimjararnar. Olympiska nevndin hjá Japan bjóðar hartil umleið 200.000 til gullvinnarar, 136.000 til silvurvinnarar og 68.000 til bronsuvinnarar. Og skuldi Kosuke Kitajima klárað at vunnið gull í 100 og 200 bringu triðja OL á rað, so útloysir tað ein bonus á eyka 1 millión dollarar til hansara, ella umleið 5.675.000 krónur.
Í Danmark er tilsvarandi bonus 100.000 krónur til gullheiðursmerkjavinnarar í London, 70.000 til silvurvinnarar og 35.000 til bronsuvinnarar. Og tá skal tað skattast – nakað sum Lotte Friis ikki er so glað um, sambært grein í Politiken.
Føroysku bonusupphæddirnar eru ókendar.