Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag hevur á íslendsku meistarastevnuni á langgeil (ÍM50) í morgun sett nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:11.64 har kravtíðin til at kunna seta met var 4:20.05. Hetta var í innleiðandi riðlunum, og tíðin var triðbest av teimum 24 sum svomu, so hann fær vælsagtans møguleika aftur í kvøld. Til ber at fylgja við stevnuni beinleiðis á SportTV, finalurnar byrja kl 17:30 íslendska tíð (18:30 í Føroyum?).
Fyri ordans skyld skal nevnast, at Pál Joensen svam 3:51.44 tá ið hann vann gull á EJM í Beograd í 2008, neyðturviliga tá við junioraldur. Tað er bara tað, at SSF ikki byrjaði at skráseta juniormet fyri aftaná hetta, og at summar bestu tíðir hjá Páli, Elspu og Kára tí eru betri enn verandi juniormet.
http://www.swimrankings.net/index.php?page=meetDetail&meetId=524031&gender=1&styleId=5