Markus Joensen hevur í morgun megnað at sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, við tíðini 2:37.87 har metið hjá Jákupi Øssurssyni frá Euro-Meet í Luxembourg í 2006 var 2:38.20. Markus svimur fyri Havnar Svimjifelag, og við tað at hann er árgang 1996, so er tað lættliga eisini nýtt føroyskt juniormet. Hetta var í innleiðandi riðlunum, har hann varð nummar 2 aftanfyri bara Jakob Jóhann Sveinsson, so nú verður spennandi seinnapartin, um hann kann endurtaka metið, og vinna heiðursmerki.
Tað er jú aftur hatta har við, at kravtíðir eru settar til at kunna seta juniormet, og kravtíðin er altso 2:34,36
Ljóðar tað “stuttligt”? Juniorarnar mugu svimja skjótari enn seniorarnar fyri at kunna seta met… 🙂
Koyr á Markus, fá skil á metlistan!