DailyHouse skrivar her at tú prinsipielt risikerar at enda í bretskum gegli, um tú leggur myndir út á alnetið frá einum OL-øki, við tað at bretar við lógini ‘London Olympic Games and Paralympic Games Act of 2006‘ hava givið stjórnini serligar heimildir at verja Olympiskum sponsorum og miðlum.
Íðkarar og onnur ‘akkrediteraði’ skulu ganga undir sera strangar og umfatandi reglur, sum áseta at tey ikki mugu promovera nakað annað enn offisiellu OL-sponsorarnar, og at tey ikki koyra annað á alnetið, Facebook og líknandi, enn dagbóks-líknandi postar um seg sjálvi, møguliga við fotomynd av sær sjálvum innan úr økinum, men tá við góðkenning frá øllum sum eru á myndini. Video og ljóð innan úr økinum er strangliga bannað, og og eisini at ‘spæla journalist’ við at til dømis at ‘tweeta’ frá kapping ella kappingarneytum. Straffurin er at missa akkreditatiónina, sum merkir at tú ikki longur kanst taka lut í Leikunum yvirhøvur. Umframt møguligt rættarligt eftirspæl. Og, tey hava sambært nevnda skrivi stovnað eina ‘slatrisíðu‘, har akkrediteraði kunnu fara inn at melda onnur fyri brot á reglurnar … nakað sum hesin beachball-spælarin heldur kann misnýtast til at sleppa av við kappingarneytum:
“I do all of the right things, win all of my games in my pool and finish in the top position at the games leading into the semi-final. I then quickly post/tweet/blog this: “Won our games against China, USA. Next up the Brasilians. Game on! Going to go grab a refreshing protein shake to charge up before next game.. [insert /tag friend/competitor].”
My post is then reported by another team who deem it a clash with the policy. As it is directly related to competition and the activities of other participants – yes, it’s official, I have just broken the IOC social media policy. Even though journalists might have already reported on my win or what I did post-game this is irrelevant. So what happens next? I get a few retweets and all of a sudden I’m in trouble. What are the ramifications of me making such a post in the early stages of competition? Do I get disqualified or possibly even banned from playing in any further Olympic competition?
In brief, yes, it is quite possible I could have my accreditation withdrawn, and not be allowed to compete further. This is an extreme case scenario of course,and in reality it would be most likely I was first asked to take down any content that was deemed in breach. But here’s the best part – one of my competitors at the games could choose to report me in an attempt to get my accreditation removed, hence possibly removing me completely from the competition.”
Reglurnar fyri áskoðarar eru minst líka strangar, at tey ikki mugu leggja nakra mynd, video ella ljóð út á netið, Facebook, Twitter ella líknandi, og at tey annars skulu ganga undir eina rúgvu av treytum fyri yvirhøvur at sleppa inn. Tú mást til dømis ikki hava mat og drekka inn við, djór, størri fototól, fløgg frá londum sum ikki eru við í OL (har reyk Merkið), tendrarar, ljóðføri ella lutir við vørumerkjum á ið ikki eru OL-sponsorar.
Og út yvir tað eru tey eisini sera strang, tá ið tað kemur til at nokta ikki-sponsorerandi fyritøkum og miðlum at hekta seg uppá OL. Tað er til dømis ólógligt at seta orð saman sum Games, 2012 og/ella ‘Twenty-Twelve’, at nýta myndir sum kundu líkst einum tilknýti til OL, at brúka olympisku ringarnar, ella at geva burtur billettir til at promovera seg sjálvi. Har eru fólk sett av til at vera ‘vørumerkis-løgregla’, har The Guardian til dømis nevnir her, at tey ryktu út til at steðga eini myndarøð hjá (ikki-sponsorerandi) easyJet, tí at ein íðkari har helt einum flaggi á sama hátt sum tá ið hon vann OL-gull í Barcelona í 1992.
Á Swimmer’s Daily vísti eg herfyri til til grein um hvussu OL-trygdarfólk herfyri fóru eftir fotografum sum stóðu á alfaravegi og tóku mynd av OL-stadium. Róptu, tóku í kamera og skumpaðu, sambært einum leiðara tí tey vórðu trenað til hetta, inntil fotografarnir tilkallaðu løgregluna, ið søgdu at fotografarnir høvdu allan rætt at gera tað sum tey gjørdu. Ein viðmerkjari vísir at á at tey vist nokk tóku mynd av økjunum har fólk sleppa inn á stadium, og at ágangurin tí kann vera av trygdarávum; men tað sigur tó okkurt um hvussu farið verður fram.
Alt hetta skapar eina ávísa øsing nú, tí at ein rúgva av okkum sum kunnugt hevur vant seg við at leggja alt millum himmal og jørð út, á Facebook og aðrastaðni. Tað tykist sum um at bretar sjálvir halda at reglurnar eru í so strangar, íroknað fyriskipararnir sjálvir, og at tær tí kanska ikki fara at verða yvirhildnar heilt so strangliga sum skrivað stendur. Eitt dømi úr The Guardian, at tey nokk ikki fara at kolldøma Usain Bolt, bara tí at hann ‘tweetar’ um at drekka Pepsi heldur enn Coca Cola … sjálvt um tað reint prinsipielt er brot á reglurnar.
Men vit fáa at síggja … 🙂
Úr hesi áhugaverdu greinini:
“In other words an athlete can film themselves outside the venue and post this no problems – even if the Olympic signia is in the background”
Hatta er kanska bjargingin hjá KVF, so leingi sum upptøkan ikki hevur við sjálva kappingina at gera.
“My suggestion: REFRAIN from posting anything to do with your performance, at ALL. Or mention your friends. Or competitors.”