Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik-stevnuni í Vági nú um vikuskiftið, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Saman um tikið vunnu tey har suðuri flest heiðursmerki – 51 gull, 44 silvur og 31 bronsu, meðan Reysti vann næstflest og Ægir triðflest. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag vann heili 12 gullheiðursmerki og 1 silvur (umframt okkurt í stafettum eisini), meðan Signhild Joensen úr Ægir var mest vinnandi genta við 8 gullheiðursmerkjum í einstaklingakappingunum.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
SuSvim | 51 | 44 | 31 |
Reysti | 25 | 25 | 25 |
Ægir | 14 | 11 | 6 |
FLOT | 1 | 6 | |
Tilsamans | 90 | 81 | 68 |
Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar og lið
Sera flott kapping, har eru nógv ung talentir, sum vit allarhelst koma at síggja nógv til í framtíðini, tillukku til tykkum øll. So skal tað sigast, at eg haldi tað verða sera ósportsligt av HS, ikki at møta upp við EINUM EINASTA svimjara, tað er for vánaligt, ikki er tað nógvar kappingar har tey ungu (bólkur 3-4) sleppa at kappast í 25m hýli. Haldi ikki at HS kan koma við nakraðri góðari umberðing fyri ikki at møta.