Viðfestir eru úrslitalistarnir frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2012 um vikuskiftið. Samlaða støðan gjørdist at Ægir ‘vann’ JM við 17 gullheiðursmerkjum, 18 silvur og 8 bronsu, og Suðuroyar Svimjifelag FM við 16 gull, 11 silvur og 7 bronsu. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag var mest vinnandi juniorur við 8 gull og 3 silvur, Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi juniorgenta við 7 gull og 2 silvur, Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi seniorur við 11 gull og 1 silvur, og Birita Debes úr Ægir mest vinnandi seniorkvinna við 4 gull og 1 silvur.
Heiðursmerkjabýti millum feløg – JM
Svimjifelag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Ægir | 17 | 18 | 8 |
Havnar Svimjifelag | 13 | 9 | 11 |
Suðuroyar Svimjifelag | 12 | 14 | 15 |
FLOT | 1 | 4 | |
Reysti | |||
Tilsamans | 42 | 42 | 38 |
Heiðursmerkjabýti millum feløg – FM
Svimjifelag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Suðuroyar Svimjifelag | 16 | 11 | 7 |
Havnar Svimjifelag | 13 | 16 | 15 |
Ægir | 13 | 14 | 17 |
FLOT | 1 | ||
Reysti | |||
Tilsamans | 42 | 41 | 40 |
Heiðursmerkjabýti millum svimjarar
Nálir handaðar á FM
GG! Hetta yvirlitið er ikki fullfíggjað, men bara tað sum eg kundi finna skjalfest her hjá mær sjálvum beint nú. Venjarar, sendið mær ein teldupost um onkur vil á afturat.
Bronsunál
- Hanna Lervig (2000) Reysti – 50 frí, 33.68
- Óli Poulsen (1999) Reysti – 100 frí, 1:06.65
Bronsunál við stjørnu
- Barbara Debes (2000) FLOT – 100 frí, 1:07.51
- Bjørg Debes (1999) FLOT – 50 frí, 30.76
- Hjarnar Randrup (1997) SuSvim – 100 frí, 1:00.75
Silvurnál
- Marius Ihlen Gardshodn (1998) HS – 400 frí, 4:26.02
Silvurnál við stjørnu
- Sólrun Kjærbo (1999) SuSvim – 50 frí, 29.37
Gullnál
- Heðin L. Olsen (1994) Ægir – 100 frí, 50.83
- Astrið Foldarskarð (1994) Ægir – 50 firvald, 27.98
- Poula Ø. Mohr (1995) HS – 200 blandað, 2:20.58
- Kristina Elin Thomsen (1998) SuSvim – 50 firvald, 27.67
Her er eitt videobrot frá sunnumorgun 13. mei, tá Marius Ihlen Gardshodn (HS) fekk silvurnál og Bjørg Debes (FLOT) fekk bronsunál við stjørnu ‘in absentia’.