So er tað EM í Debrecen

Hetta vikuskiftið fara fýra av okkara frægastu svimjarum til Debrecen í Ungarn, at luttaka á Evropeisku Meistarastevnuni í svimjing, sum verður 21. – 27. mai 2012. Vónirnar eru at kunna seta onkur føroyskt met, klintra eitt sindur upp eftir styrkismetingarlistunum, og annars hjá trimum av teimum at fyrireika seg til Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen í summar.



Tey sum luttaka eru Birita Debes, Cecilia Wigant Eysturdal og Heðin Lisberg Olsen úr Ægir, umframt Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Venjari er Petur Heðin á Fløtti, hjálparfólk Súsanna Debes, og ferðaleiðari Rókur í Jákupsstovu. Pál Joensen og Magnus Jákupsson hava eisini klárað kravtíð til stevnuna, men hava meldað avboð vegna venjingarlegur.

Hjá Biritu er hetta finalan á kappingarárinum 2011-2012, at hava klárað kravtíð til EM fyri seniorar. Hini trý eru úttikin tí at tey hava klárað kravtíð til EJM í summar, at kunna venja seg við kapping á høgum støði, og upprunaliga eisini til umstøðurnar, við tað at EM inntil fyri fáum mánaðum skuldi vera á sama stað sum EJM, í Antwerpen.

Antwerpen boðaði tó í vár frá at tey ikki kundu finna neyðugu fíggingina til EM-stevnuna, og EM varð tí partvíst flutt til Eindhoven í Niðurlondum (synkronsvimjing), og til Debrecen í Ungarn (kappsvimjing).

Av tí at hetta er ein av seinastu kjansum at klára kravtíð til OL í London, eru tað summir longu OL-kvalifiseraðir svimjarar sum til dømis Pál Joensen og danski OL-hópurin ið heldur fara á hæddarlegur, meðan stevnan fyri onnur sum til dømis flestu norðmenn og íslendingar er alt avgerandi fyri teirra OL-luttøku.

Tað er tí lítil ivi um at støðið verður høgt, fyri tað um fleiri at teimum allarbestu mangla. LEN hevur í dag boðað frá metstórari luttøku, og summir at teimum heilt stóru profilunum úr serliga Italia, Ungarn, Týsklandi og Fraklandi verða eisini at síggja í Debrecen.

Undirritaði er sum nevnt ferðaleiðari á túrinum, og her er tí nógv annað at hugsa um beint nú, enn at bera tíðindi. Men eg skal royna at gera mítt frægasta, tá ið vit fyrst eru har á ungarska slættanum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.