Ungarin Gergo Kis á heimabana og italiumaðurin Samuel Pizzetti fingu silvur og bronsu í 400 frí finaluni í dag aftanfyri Paul Biedermann. Tíðirnar hjá teimum vóru Biedermann 3:47.84, Kis 3:48.09 og Pizzetti 3:48.66. Robbie Renwick og Sebastien Rouault vóru nr 4 og 5 við tíðunum 3:50.46 og 3:50.62. Kis og Pizzetti fara væntandi at kappast mótir Pál í London um 74 dagar. Tí er tað spennandi at síggja í hvørjum formi teir eru í. Við tíðini í dag burdi Kis svomið umleið 14:55 í 1500 frí leygardagin. Pizzetti liggur at klára eina tíð um 15:00. Rouault skal hvørki svimja 1500 í Debrecen ella í London.
Spurningurin er so, hvussu nógv teir hava niðurtrappað til EM. 1500 innleiðandi verður mikudagin seinnapart týsmorgunin. Finalan verður kl 16.00 leygardagin mikudagin.
Rætting: 1500 frí innleiðandi hjá monnum er júst byrjað.