Birita Debes luttók fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á EM í Debrecen, og megnaði har at betra um sítt føroyska met, frá 30.68 á Small States í 2010 til 30.60 nú. Sí úrslitalistan her.
Her er video av teimum 50 hjá Biritu. Hon vann riðilin, so har er eitt sindur av slow motion framvísing á stórskíggjanum eisini 🙂
Kommentatorin hjá Eurosport viðmerkti, at innsatsurin hjá Biritu, sum nú svimur sum seniorur, var góðkendur:
“…Debes from the Faroes taking the win. Very workmanlike victory. She is seventeen this year. Part of this youth generation coming up to the senior ranks, as it is so often the case of these European Championships.”