Stafett-liðið hjá Ungarn og Serbia komu óhugnaliga tætt við tíðina hjá Pál og co í 4×200 frí í morgun. Mennirnir hjá Ungarn svumu 7:18.84, meðan serbar komu í mál við tíðini 7:19.91. Tíðin hjá Pál, Mads, Anders og Daniel er 7:15.38. Spurningurin er, hvussu nógv skjótari mennirnir kunna svimja í finaluni í kvøld. Danir eru í løtuni nr 14 av 16 kvalifiseraðum liðum, sovítt eg veit. Tað merkir, at Anders og Daniel sleppa ikki við til London um t.d. Ungarn og Serbia svimja skjótari enn 7:15.38 í kvøld. Hinvegin, svimja liðini spakuligari kunna danirnir anda eitt sindur lættari.
Lond í Evropa, sum kappast um at luttaka í 4×200 frí í London. Grøn lond standa at koma við, meðan reyð lond ikki koma við. Tølini eru sekund aftrat 7 minuttir.
Finalistarnir í kvøld eru:
- Italia – 7:15.67 (eiga 8.bestu tíð 7:12.26)
- Týskland – 7:15.77 (eiga 4. bestu tíð 7:08.32)
- Ungarn – 7:18.84
- Belgia – 7:19.48 (15. bestu tíð 7:17.39)
- Serbia – 7:19.91
- Russland – 7:22.44 (eiga 11. bestu tíð 7:14.12)
- Sveis – 7:22.48
- Eysturríki – 7:23.75 (eiga 9. bestu tíð 7:13.34)
Rankingarnar skulla takast við fyrivarni. Hesi liðini komu ikki víðari í morgun:
Portugal – 7:24.22
Póland – 7:24.93
Kekkia – 7:27.47
Noreg – 7:33.64
Sviar luttóku ikki og stóðu ikki á startlistanum.
Eg havi sett eitt landakort inn omanfyri, ið vísir tær bestu tíðirnar í hesum OL-kappingarári í sekund aftrat 7 minuttir. Grøn lond standa í løtuni at luttaka í London, meðan reyð lond eru uttanfyri.