Cecilia Eysturdal úr Ægir svam 4:42.88 frí í innleiðandi riðli í morgun. Hennara juniormet er 4:40.09 frá Mare Nostrom í Barcelona í fjør. Føroyskt met hjá Jutta Thomsen er 4:31.38. Splitttíðirnar hjá Cecliu vóru 31.87, 1:07.13 (35.26), 1:43.12 (35.99), 2:19.16 (36.04), 2:55.24 (36.08), 3:31.80 (36.56), 4:08.01 (36.21).
Stóra sjokkið í morgun var, at italska Federica Pellegrini, sum vann 200 frí gjár, svam ov spakuligt til at fáa finalupláss. Hennara tíð var 4:14.27 – ella 1.22 sekund frá finalupláss. Pellegrini var kosin ársins evropeiskur svimjari og evropeisk ítrottarfólk í fjør, og verður mett at vera gull vónin hjá Italia í 200 frí og 400 frí. Italia liggur at vinna 10 gull í øllum ítrottargreinum í London.
Her er video av teimum 400 frí hjá Ceciliu
Læknin hjá italska svimjisambandinum, Lorenzo Marugo, segði við SkySport24, at pínan í beinunum, sum Federica Pellegrini gramdi seg um í dag, óivað stavar frá hørð venjing, men í morgin fara tey at kanna um alt er í lagi.
Kelda: agi.it