Magnus Jákupsson fer vikuskiftið 9. og 10. juni at kappast á stóru Mare Nostrum stevnuni í Monaco, ímóti kempum sum heimsmeistaranum Liam Tancock, og tó so liggur bara væl fyri. Í øllum førum boða startlistarnir frá styrkismeting sum nummar 7 í 50 rygg, 14 í 100 rygg og 12 í 200 rygg, sum alt annað líka burdi gjørt í øllum førum eitt finalupláss í 50 rygg møguligt.
Magnus hevur verið á hæddarlegu við danska juniorlandsliðnum í Fraklandi, alt sum liður í fyrireikingini fram ímóti EJM í Antwerpen í juli. Um vit hyggja at bara juniorunum á stevnuni í Monaco, so er Magnus styrkismettur sum nr 1 í 50 rygg, 2 í 100 rygg og 3 í 200 rygg, men luttøkan her er sjálvsagt ikki heilt umboðandi fyri hvussu støðan verður í Antwerpen, við tað at stevnan nú í Monaco er ein ‘opin’ stevna, uttan flokking í aldursbólkar.