Her eru tey so endiliga, úrslitini frá Meistarastevnuni fyri Ung 2012, rættiliga nógv seinkað vegna tíðarpress. Sum Erling og Bartal vístu á herfyri, so vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 25 gull, 46 silvur og 31 bronsu. Mest vinnandi svimjari var Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag við 9 gull og 4 silvur, meðan mest vinnandi hjá dreingjunum var Marius Ihlen Garðshodn við 9 gull og 1 silvur.
Heiðursmerkjabýti millum feløg
Mín uppteljing sigur so gott sum tað sama sum tann hjá Erlingi, við onkrum einstøkum flytingum í heiðursmerkjum hjá Havnar Svimjifelag og Reysti. Tó ikki meira enn at innanhýsis plaseringin verður verandi tann sama.
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
SuSvim | 25 | 46 | 31 |
HS | 25 | 12 | 11 |
Ægir | 23 | 13 | 17 |
Reysti | 22 | 14 | 15 |
FLOT | 2 | 4 | 3 |
Tilsamans | 97 | 89 | 77 |
Heiðursmerkjabýti millum svimjarar