Magnus Jákupsson hevur í morgun sett stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hann á stóru Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco svam teinin uppá 58.12, har metið hjá honum frá EJM í Beograd í fjør var 58.51. Hendan tíðin rakk til eitt 10. pláss á stevnuni, og um eg skilji tað rætt eina B-finalu seinnapartin. Sí úrslitalista her.
(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)
Magnus luttekur í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing í Monaco. Nú í morgun luttók hann eisini í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing, har hann gjørdist nummar 7 við tíðini 27.44, og eftir øllum at døma kvalifiseraði seg til finalurnar seinnapartin. Tey brúka onkra skipan við 1/8-finalum, 1/4 finalum og so framvegis, so her handlaði tað nokk mest um at spara kreftir. Sí skránna her.
Frætti at hann eisini svam 50 firvald í morgun, har gjørdist hann nr 13 við 25.58, og aftur vælsagtans er í finalum seinnapartin. Føroyska metið hjá honum er her 24.96.
http://natresult.com/live.php?fre=0&id=205150950267&lng=gbr&men=prg
Eitt triðjapláss har, eitt sindur seinni enn í morgun, men har er jú eisini annað á skránni 🙂
http://natresult.com/live.php?id=205150950267&lng=gbr&men=clt&nag=22
Ein tíggjundapart seinni enn í morgun, og akkurát ikki nokk til at koma í 1/4-finaluna
http://natresult.com/live.php?id=205150950267&lng=gbr&men=clt&nag=20
Eitt lítið vet skjótari enn teir 25.58 í morgun
http://natresult.com/live.php?id=205150950267&lng=gbr&men=clt&nag=36