Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Monaco svam teinin uppá 2:07.29, har metið hjá honum frá EJM í Beograd í fjør var 2:08.88. Harvið kvalifiseraði hann seg eisini til finaluna seinnapartin, sí úrslitalistan her.
Enn ein klassatíð undir tað nú fyrrverandi metið frá Beograd, eitt vet frá metinum í morgun
http://natresult.com/live.php?id=205150950267&lng=gbr&men=clt&nag=24