So er Sette Colli stevnan byrjað í Rom, og flestu danir hava roynt seg í teimum innleiðandi riðlunum. Í 400 frí varð Lotte Friis nummar 2 við 4:12.33 aftanfyri Federica Pellegrini á 4:07.86, og Pernille Blume nr 8 við 4:17.03. Í 400 frí varð Mads Glæsner nr 4 við 3:43.42, aftanfyri italsku Detti, Paltrinieri og D’Arrigo á 3:49.92, 3:52.99 og 3:53.00, men frammanfyri franska Rouault á 3:53.84, italska Pizzetti á 3:54.12 og tunesiska Mellouli á 3:43.50.
Í 100 bringu varð Rikke Møller Pedersen nr 2 við 1:08.77 aftanfyri svensku Jennie Johansson á 1:08.60, svenska Rebecca Ejdervik eisini í finalu við 1:09.50 og sættaplássi. Í 100 bringu var Chris Christensen nr 17 við 1:03.54, suðurafrikanski Cameron van der Burgh nr 1 við 1:01.06 og italski Scozzoli nr 2 við 1:01.54. Í 100 firvald vórðu svensku Sarah Sjoström og Martina Granström nr 2 og 3 við 58.83 og 58.95 aftanfyri niðurlendsku Inge Dekker á 58.48, finska Emilia Pikkarainen nr 5 við 59.43 og danska Jeanette Ottesen á deildum 8. plássi við 59.66.
Í 50 frí varð svenska Therese Alshammar nr 2 við 24.75 aftanfyri niðurlendsku Ranomi Kromowidjojo á 24.66, Sarah Sjoström nr 4 xið 25.14 og Jeanette Ottesen nr 5 við 25.32. Og í 50 frí hjá monnum varð Jakob Andkjær nr 13 við 22.74, vælsagtans uttanfyri bæði finalu og OL har kravtíðin er 22.11, hóast hann var innanfyri B-kravtíðina á 22.88.
Í stuttum kann man siga, at tað sær út til at ganga útmerkað hjá teimum dønum ið longu hava klárað kravtíð til OL, meðan tað stóð verri til hjá Christensen og Andkjær.
Sí øll úrslit her, og OL-kravtíðirnar her. Freistin at klára kravtíð til OL er nú sunnudagin 17. juni, spyr meg ikki hvussu USA ber seg at við at kunna hava úttøkustevnuna væl aftaná hetta.