Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Føroyska luttøkan á Evropeisku Juniormeistarastevnuni er nú av, og hava okkara svimjarar sum heild svomið avbera væl, upp í móti og betri enn met sum tey í flestu førum sjálvi eiga. Magnus Jákupsson setti 5 føroysk met, 5 juniormet og kvalifiseraði seg 3 ferðir til hálvfinalu, og Cecilia Wigant Eysturdal hartil 2 føroysk juniormet.
Met sett á EJM 2012
Mikudag 4. juli
- Magnus Jákupsson 24.79 í 50 firvald
- Magnus Jákupsson 57.91 í 100 rygg
- Magnus Jákupsson 24.69 í 50 firvald (hálvfinala)
Hósdag 5. juli
- Cecilia Wigant Eysturdal 4:37.51 í 400 frí
Fríggjadag 6. juli
- Cecilia Wigant Eysturdal 2:11.64 í 200 frí
- Magnus Jákupsson 2:04.43 í 200 rygg
- Magnus Jákupsson 2:04.12 í 200 rygg (hálvfinala)
Leygardag 7. juli
- Magnus Jákupsson 26.53 í 50 rygg (og í hálvfinalu)
- Magnus Jákupsson 54.12 í 100 firvald
Í hálvfinaluni í 50 metra ryggsvimjing svam Magnus seg millum teir 8 skjótastu sum kvalifiseraðu seg víðari til finalu, men varð hann eftirfylgjandi kolldømdur tí at yvirdómarin metti at har var okkurt klistur undir fótunum. Magnus sigur at tað má vera komið á føturnar ávegis út í hylin, og avgerðin varð tí eisini kærd fyri dómsnevndina á staðnum, ið staðfesti avgerðina hjá yvirdómaranum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Jon Hestoy