So er stongt fyri at brúka Pál Joensen sum reklamusúlu

Altjóða Olympiska nevndin IOC forbjóðar frá í dag hin 18. juli til mikudagin hin 15. august einhvørjari aman uppat Olympisku Leikum til at marknaðarføra annað enn teir 11 offisiellu OL-sponsorarnar, og straffurin fyri til dømis Pál (og Jón) kann í evsta føri verða burturvísing frá leikunum. Hetta er sonevnda ‘regla 40’ í The Olympic Charter um loyvi at luttaka á Leikunum, sum ásetur millum annað at:

Except as permitted by the IOC Executive Board, no competitor, coach, trainer or official who participates in the Olympic Games may allow his person, name, picture or sports performances to be used for advertising purposes during the Olympic Games.



Eg skal ikki gera meg klókan uppá akkurát hvussu hetta skal tulkast, hvat sum er loyvt og ikki, men har finst ein bóklingur frá fyriskiparunum í London um evnið, sum gott nokk er ætlaður bretum og lýsingum innan Bretland, men sum tó lýsir rættiliga væl hvat sum er loyvt og ikki. Og The Washington Post hevur her nøkur áhugaverd dømi um hvussu reglan verður gjøgnumførd:

  • Inntil á midnátt kundi tú keypa t-skjúrtur, sólbrillur og hattar á heimasíðuni hjá Ryan Lochte, men tað steðgar nú
  • Á sama hátt reklameraði Phelps fyri Subway inntil í dag, næsta mánaðin eigur McDonald’s
  • Agenturin hjá 23-ára gamla svimjaranum Conor Dwyer spurdi USOC um tey kundu sleppa at selja T-skjúrtur við áskriftini “Go Dwyer” ella “Team Dwyer” í leypi av leikunum. Tað varð noktað.

IOC sigur seg her leggja upp til at íðkarar og onnur við OL-akkreditatión nýta bloggur og Facebook og líknandi til at siga frá sínum upplivingum, men eisini at tey ikki mugu promovera nakað merki, nakra vøru ella nakra tænastu (aðra enn tær Olympisku, vælsagtans). The Washington Post skrivar at tað til dømis ikki er loyvt at Tweeta “I’m listening to my iPod today, and I heard this great song during my workout”, tí at Apple ikki er ein Olympiskur sponsorur.

Í hasum bretska bóklinginum eru nøkur áhugaverd dømi um hvat sum er loyvt og ikki, at ein (bretsk) fyritøka til dømis væl kann skriva inn á heimasíðuni at hon sponsorerar ein svimjara … men ikki hava tað standandi á forsíðuni. At íðkarar væl kunnu blogga á sínum egnu heimasíðum (treytað tey fylgja reglunum um blogging annars), men at heimasíðan tá ikki má vísa ikki-OL-lýsingar afturvið hesum. At (bretskir) íðkarar ikki mugu verða nevndir ella síggjast í øðrum vørukatalogum (á netinum ella á prenti) enn teimum sum vórðu prentað áðrenn 1. mars, tá ikki á forsíðu ella baksíðu, og tá uttan at nevna Leikirnar beinleiðis. At klæðir og ‘merchandise’ við navninum ella myndini av íðkaranum ikki má seljast í tíðarskeiðnum 18. juli til 15. august. At plakatir ikki mugu hanga uppi við íðkaranum í tíðarskeiðnum.

Norðmenn hava hendan bóklingin sum millum annað nevnir at tað ikki er loyvt at nýta OL-ringar ella -búmerki uttan samtykki frá IOC ella í okkara føri Danmarks Olympiske Komite. At ein eventuellur sponsorur skal hava loyvi frá íðkaranum, sersambandinum hjá íðkaranum (í hesum føri SSF) og frá IOC/NIF (í okkara føri DOC), og at talan tá má vera um eina generella marknaðarføring ið ikki ber brá av at vera ein kampagna ísv OL. ‘Gratulasjonsreklame’ er tó loyvd, tað vil siga at ynskja íðkarnum alment til lukku við sínum úrslitum á OL.

Hendan reglan er nokk so ógvuslig:

Andre sponsorer som har avtale med særforbund og/eller utøvere må stoppe all reklame og alle annonser med deltakende utøvere i OL-perioden. Magasiner, aviser m.m. som inneholder utøverreklame kan ikke selges i den aktuelle perioden og må inndras fra markedet. Det er salgstidspunktet, og ikke publiseringstidspunktet som er avgjørende. Dette gjelder også reklame på tv, kino, radio og Internett.

Tað er ólógligt at hava lýsingar á klæðum og útgerð hjá íðkarunum, tó er tað (undir ‘produktmerking’ vist nokk ókey at hava t.d. Arena standandi á eini svimjitasku, og at ein eventuell mynd av hesum verður brúkt (av miðlum) eisini í OL-tíðarskeiðnum. Og norskir íðkarar mugu ikki hava lýsingar á sínari heimasíðu, uttan so at lýsarin er ein av teimum 11 offisiellu OL-sponsorunum: Coca-Cola, Acer, Atos, Dow, General Electric, McDonalds, Omega, Panasonic, P&G, Samsung og VISA.

Og so framvegis og so framvegis. Í stuttum er best at ansa væl eftir við einhvørjari vinnuligari promovering sum hektar seg at Páli ella Leikunum, hendan næsta mánaðin. Sum nevnt í hasari greinini í The Washington Post, so er tað næstan sum at navnið verður tikið frá fólki … men íðkararnir makka tó rætt tí at teir eru ræðsluslignir fyri at verða tveittir heim.

“It’s the big issue at this time of year, because the athletes’ eligibility is at stake,” said Peter Carlisle of Octagon, Phelps’s longtime agent. “Whatever your opinion might be, the stakes are high.”

One thought on “So er stongt fyri at brúka Pál Joensen sum reklamusúlu”

  1. Tað verður “spennandi” at síggja, um nakar íðkari verður straffaður av sponsor misbrúki. OL var upprunaliga ætlað bert fyri amatørar. Í 1970’unum kom vend í. Í dag er tað bara boksing og glíming eftir sum amatørar. (wiki)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.