Nú er ikki ein vika til Pál svimur á OL í London, og tíð tí at endurtaka skránna:
- Leygardag 28/7: 400 frí innleiðandi frá kl 10:47
- Leygarkvøld 28/7: kanska 400 frí finala kl 19:49
- Týsdag 31/7: 4×200 frí innleiðandi frá kl 11:17
- Týskvøld 31/7: kanska 4×200 frí finala kl 20:47
- Fríggjadag 3/8: 1500 frí innleiðandi frá kl 10:23
- Leygarkvøld 4/8: vónandi 1500 frí finala kl 19:36
Eurosport sendir frá svimjistevnuni á OL, umframt DR1
Kringvarpið samsendir við DR / TV2
Summarfestivalurin fer at vísa 1500 finaluna beinleiðis á Vágsbøi, leygarkvøldið, í so fall at Pál sleppur í finaluna. Nærum orsøk nokk í sær sjálvum til at fara á festival 🙂
Offisiella OL-skráin fyri svimjistevnuna sæst her á london2012.com, har tey eisini fara at lista upp úrslit.
Altjóða svimjisambandið FINA hevur nakað líknandi her á fina.org.
Í stuttum er skráin at tey kappast frá leygardag 28/7 til leygardag 4/8, innleiðandi frá kl 10 til umleið 12:30 um morgunin (bretska og føroyska tíð) og so finalur frá kl 19:30 til umleið 21.
Startlistarnir síggjast her á fina.org, eitt sindur ørvísi raðaðir eftir landakotu.