Pál hevur 7. bestu tíð nakrantíð av teimum sum svimja 1500 á OL

Um hugt verður bestu úrslitum nakrantíð í 1500 metra frísvimjing, so er Pál Joensen 13. besti 1500-svimjari nakrantíð, og 7. bestu av teimum sum fara at svimja 1500 nú á OL í London. Ikki at tað tryggjar nakað pláss í OL-finaluni, men tað er øgiligt at síggja ein føroying millum hesi úrslit.

Pál interview í London

  1. 14:34.14 Sun Yang, CHN – heimsmet og gull á HM í Shanghai, 31/7-2011
  2. 14:34.56 Grant Hackett, AUS – heimsmet og gull á HM í Fukuoka, 29/7-2011
  3. 14:37.28 Ous Mellouli, TUN – gull á HM í Rom, 2/8-2009
  4. 14:40.84 Ryan Cochrane, CAN – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, bronsu í finaluni
  5. 14:41.13 Yuri Prilukov, RUS – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 4 í finaluni
  6. 14:41.66 Kieren Perkins, AUS – heimsmet og gull á Commonwealth Games í Victoria, 24/8-1994
  7. 14:45.29 Larsen Jensen, USA – silvur á OL í Athen, 21/8-2004
  8. 14:45.54 Peter Vanderkaay, USA – gull á US Olympic Trials í Omaha, 6/7-2008
  9. 14:45.66 Gergo Kis, HUN – bronsu á HM í Shanghai, 31/7-2011
  10. 14:45.84 Zhang Lin, CHN – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 7 í finaluni
  11. 14:45.94 Mateusz Sawrymowicz, POL – gull á HM í Melbourne, 1/4-2007
  12. 14:45.95 David Davies, GBR, bronsu á OL í Athen, 21/8-2004
  13. 14:46.33 Pál Joensen, FAR – nr 4 á HM í Shanghai, 31/7-2011
  14. 14:46.78 Erik Vendt, USA – gull á stevnu í Santa Clara, 18/5-2008
  15. 14:47.38 Tae Hwan Park, KOR – gull á NSW Championships í Sydney, 12/2-2012


Av hesum kappingarneytum er eitt tað mest óhugnaliga úrslitið nokk hasar 14:47.38 hjá Tae Hwan Park, svomið á eini ’tilfeldigari’ stevnu í Sydney í februar í ár. Eg havi eisini Sawrymowicz og Davies sum ‘dark horses’ í kappingini, við tað at teirra bestu úrslit eru heldur gomul, men tó so svomin einaferð (minst til at Sawrymowicz kom nærmast úr ongum og tók gullið á EM í Szczecin í vetur).

Hinir skulu nokk svimja upp ímóti sínum besta, longu í innleiðandi, og so er spurningurin hvat ið aðrir gera, sum ikki síggjast á hesum lista. Sum til dømis hasin ungi Paltrinieri, ið vann EM-gull í Debrecen í vár. Men altso, besta tíð hjá Páli er eisini nóg góð til at vera ein klassatíð millum heimsins bestu 1500-svimjarar 🙂

2 thoughts on “Pál hevur 7. bestu tíð nakrantíð av teimum sum svimja 1500 á OL”

  1. Hetta eru persónlig met hjá hvørjum einstaka av hesum svimjarum, men Sun Yang hevur til dømis svomið onkra aðra tíð eisini sum vildi skumpað hinar niðureftir.

    Altso ‘top-15-svimjarar’, ikki ‘top-15-úrslit’ 🙂

  2. Og forrestin … tað sigur væl seg sjálvt at hesar tíðirnar hvør í sínum lagi eru heimsmet, heimspartamet ella ‘bara’ tjóðarmet í nevndu londum. Altso Sun Yang hevur heimsmet, Asia-met og Kina-met í 1500, Grant Hackett Oceania-met og Avstralskt met, Oussama Mellouli Afrika-met og Tunesia-met, Cochrane Amerika-met og Kanada-met, Prilukov Evropamet og Russlands-met, osfr osfr. Heiðurin hjá Páli er at eiga norðurlendskt met og (tadaa) fáa føroyskt met uppá handan listan, sum 10. besta svimjitjóðin nakrantíð í 1500 frí 😀

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.