15 ára gamla Cecilia Wigant Eysturdal vann í dag árligu havsvimjingina frá Tórshavn til Nólsoyar, við stórum nýggjum meti 1:07.48, har metið hjá Jóannesi á Fløtti frá 2004 var 1:17.00. Evald Rasmussen svam eisini undir tað nú fyrrverandi metið, sum næsti svimjari í tíðini 1:12.57. Veðrið var óført og líkindini at svimja góð, video verður klár seinni.
Tey 7 sum svumu um Nólsoyarfjørð í ár
- Cecilia Eysturdal, 1.07.48
- Evald Rasmussen, 1.12.57
- Erlendur Simonsen, 1.27.14
- Eyðun Húsgarð, 1.34.45
- Jákup Enni, 1.34.56
- Anja Midjord, 1.46.23
- Rakul Biskopstø, 1.46.52