So er tað tíð til landsdyst aftur, í morgin 13. oktober 2012 frá kl 16 fara 16 føroyingar at royna seg ímóti 16 íslendingum, í 2 ímóti 2 holmgongu í Sundlaug Kópavogs. Kjansurin at vinna á íslendingum er nokk rættiliga lítil, tí liðið er nakað vikna í mun til undanfarin ár, men okkurt stikk munnu vit fara at kunna taka 🙂
GG! Landsdysturin verður sendur beinleiðis á SportTV.is. Tey byrja við innmarsji kl 16:50 føroyska tíð.
Skráin til landsdystin ISL-FAR 2012:
Menn
- 400 blandað
- 200 rygg
- 50 frí
- 100 firvald
- 100 bringu
- 400 frí
- 4×50 blandað
Kvinnur
- 50 firvald
- 100 frí
- 200 blandað
- 100 firvald
- 100 bringu
- 50 rygg
- 4×50 blandað
At enda verður traditionella ‘finalan’ 8×50 frí mix (t.e. bæði menn og kvinnur)
Føroyskir landsliðshópurin eru hesi:
- Markus Joensen, HS
- Óli Mortensen, HS
- Alvi Hjelm, Ægir
- Eyðbjørn Joensen, SuSvim
- Bartal Hestoy, HS
- Sigmund Mørkøre, Ægir
- Tummas J. Danielsen, HS
- Birita Debes, Ægir
- Poula Ø. Mohr, HS
- Astrið Foldarskarð, Ægir
- Turid Christiansen, Ægir
- Guðrun Mortensen, SuSvim
- Kristina Elin Thomsen, SuSvim
- Jonna B. Thomsen, Ægir
- Kristina Eliasen, HS
- Pál Joensen, SuSvim
Venjarar og leiðarar:
- Jón Bjarnason
- Petur Heðin á Fløtti
- Kristian Martin Joensen
- Elin Olsen
- Eyðdis Vestergaard
- Eyðun Húsgarð
Íslendska liðið eru upplistaði her á sundsamband.is, tað eru fleiri av teimum sum vit hava møtt fyrr, íroknað onkran OL-luttakara, ahem.
Hartil fara 15 aðrir svimjarar at luttaka á eftirfylgjandi venjingarlegu, nú í heystferiuni:
- Cecilia Eysturdal, Ægir
- Victoria Eysturdal, Ægir
- Marius Gardshodn, HS
- Lív Eidesgaard, SuSvim
- Annika S. Olsen, HS
- Signhild Joensen, Ægir
- Sólrun Kjærbo, SuSvim
- Ásbjørg Hjelm, Ægir
- Lena Rannváardóttir, HS
- Róland Toftum, SuSvim
- Hjarnar Randrup, SuSvim
- Bjartur Randrup, SuSvim
- Helgi á Fløtti, Ægir
- Rutt Agnarsdóttir, HS
- Beinta Debes, HS
Íalt eru tey 33 sum fara úr Vágum í morgun, Pál Joensen sum kemur úr Danmark, og so trý afturat sum bíða til mánamorgunin vegna ferming nú í vikuskiftinum. Ein hópur á 37, tá ið tey eru sum flest.
Venjingarlegan endar fríggjadagin 19. oktober, tó so at 6 svimjarar tá fara at royna seg á World Cup stevnu í Berlin. Meira um tað seinni 🙂