Úrslitalistin frá landsdystinum ímillum Ísland og Føroyar sæst nú her á sh.is, ið vísir at íslendingar vunnu rættiliga greitt við 106 stigum ímóti 72, kanska serliga tí at okkara besta 8×50 frí stafett varð kolldømd. Føroyingar vunnu tó nakrar sigrar, serliga í kraft av Páli Joensen sum vann allar tríggjar einstaklingakappingar sum hann kundi luttaka í, men eisini tá ið unga Kristina Elin Thomsen vann 50 firvald hjá kvinnum, og tá ið Óli Mortensen saman við Páli tryggjaði okkum fyrsta og annað pláss í 400 frí hjá monnum.
GEV GÆTUR: Kappingin sæst nú her á SportTV
Tað er gingið eitt sindur aftur á hjá okkum; í fjør vunnu íslendingar við 99 stigum ímóti 81, í 2010 við 98 stigum ímóti 80, og í 2009 vunnu vit við 101 stigum ímóti 79. Vit vistu tó av at tað fór at verða trupult hesu ferð, av tí at hava mist nakrar sterkar svimjarar serliga á mannfólkasíðuni, og tí at meðalaldurin av somu orsøk er lækkaður. Sæð út í frá hesum, stóðu føroyingarnir seg faktiskt væl í mun til undanfarin ár, líka burtursæð frá at vit mistu stig í avgerandi 8×50 frí.