Í síðstu viku svam Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag seg fyri fyrstu ferð undir 4 minuttir í 400 frí, tá hann í hølini av legenduni Pál Joensen bleiv nummar tvey í landsdystinum ímóti íslendingum. Tíðirnar hjá Páli og Óla vóru 3:59.36 og 3:59.88.
Óli Mortensen aftaná 400 frí í morgun
Tá var Óli, sum annar* føroyingur nakrantíð undir 4 minuttir í 400 frí, 16 ár og 249 dagar gamalur. Pál var 16 ár og 322 dagar gamalur, tá hann sum fyrsti føroyingur svam undir 4 minuttir 28. oktober 2007 til DMK í Greve. Tíðin hjá honum var 3:56.53.
Pál Joensen 2. ferð undir 4 minuttir í 400 frí á NJM 2007
Í morgun, eina viku eftir landsdystin, setti Óli nýtt persónligt met í Berlin við tíðini 3:59.20.
Fyrr í ár kláraði Óli eitt annað magiskt minutt mark, tá hann í stórkappingini í Klaksvík bleiv annar** føroyingur undir 16 minuttir á 1500 metrum við tíðini 15:53.39, 16 ár og 4 dagar gamalur. Tað bragdið endurtók hann síðani á FM í Havn, tá ið hann svam 15:56.34.
Pál var 16 ár og 34 dagar, tá hann, sum fyrsti føroyingur, svam undir 16 minuttum í Vági við tíðini 15.56.21 13. januar 2007. Í morgun svam Pál seg víðari í finaluni í 400 frí við tíðini 3:50.34. Finalurnar verða varpaðar beinleiðis á FINA TV frá kl 14.30.
Pál Joensen aftaná 400 frí í morgun
Nú bíða vit eftir Alva og Eyðbjørn at svimja undir 4 minuttum. Magnus Jákupsson má gjarna eisini betra seg nøkur sekund 🙂
*her hugsi eg um føroyingar, sum svimja undir føroyskum flaggi. Frans Johannesen svam til dømis í morgun 3:53.16. Hann svam 3:58.01 19. november 2008, 16 ár og 37 dagar gamalur.
** Rókur skrivaði í 2007: “Ok, møøguliga hevur Jón Hestoy svomið skjótari (enn 16 minuttir), um enn ikki sum góðkent føroyskt met.”
– eg (Bartal) kann bara fyrihalda meg til tey úrslitini eg dugi at finna 🙂
Pál hevði longu klára nakrar ferðir undir 4 min væl áðrenn NJM. Hetta var til stevnu í Føroyum og í Danmark.
Til NJM var td. eingin kapping í 400m og 1500m. Ikki sum nú, har kappingin óiva verður øgilig.
Eg hugsaði tað nokk, at hann hevði svomið undir 4 minuttir áðrenn NJM 2007. Má fara at grava eitt sindur aftrat.
Pál svam fyrstu ferð 400 frí undir 4 minuttir í DMK í Greve, 28. oktober 2007. Óli svam fyrstu ferð 1500 frí undir 16 minuttir á Ægir-stevnuni í Klaksvík 11. februar 2012.
http://www.svimjing.com/2007/10/29/story/pal-undir-4-minuttir-i-400-fri
http://www.svimjing.com/2012/02/11/story/oli-155339-og-gullnal-i-1500-fri