Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

Fyri løtu síðani svam Pál seg til eitt sjeynda pláss í 1500 frí í Berlin við tíðini 15:04.97. Hóast hann hevði næstbestu tilmeldingartíð, vóru vónirnar til heiðursmerki í dag ikki so stórar, tí hann hevur keikt fótin og tað er ikki langt síðani hann byrjaði at venja aftur aftaná feriu.

DSC00923

Tað sá annars gott út teir fyrstu 800 metrarnar. David Brandl úr Eysturríki legði harðast út og førdi teir fyrstu 500 metrarnar. Síðani koyrdi ungarin David Verraszto undan við Pál á sleip. Men Pál kundi ikki hanga í Verraszto, og við 900 metrum fór Pál eitt sindur niður í ferð. Við 1100 metrum tóku póllendingurin og evropameistarin Mateusz Sawrymowicz og fransmaðurin Damien Joly Pál aftur, og síðsti 100 metrarnar fór Brandl framum Pál. Samanlagt bleiv Pál nr 7, tí Richard Nagy úr Slovakia og Marcin Kaczmarski úr Póllandi svumu í Riðil 2 skjótari tíðir enn Pál. Vinnaratíðin hjá Verraszto var 14:51.29. Sí øll úrslitini her.

DSC00850

Óli setti í morgun nýtt persónligt met í 1500 frí við tíðini 15:39.85. Hann svam í fyrsta riðli mótir Pedro Pinotes úr Angola, Johannes Koldehoff úr Týsklandi og Kristjan Martin Kirjanin úr Estlandi. Pedro førdi sikkurt frá byrjan til mál, meðan Óli lá á øðrum plássi fyrstu 700 metrarnar, men dragnaði síðani afturum Johannes Koldehoff. Men við einum óførum endaspurti fekk Óli Johannes aftur á teimum allarsíðstu metrunum.

Her eru splitttíðirnar.


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.