Pál Joensen luttekur her í 200 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Hann var sjálvur eitt sindur skeptiskur um hvussu tað fór at verða á hesum stutta teininum, nú hann so gott sum einki beinspark hevði vegna keiktan fót, og tað varð heldur ikki til meira enn 1:49.00 og eitt 16. pláss, av 41 luttakandi. Sí úrslitalista her.