Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í 200 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Tokyo, og gjørdist har nummar 18 við tíðini 1:49.35, eitt vet spakuligari enn teir 1:49.00 sum hann megnaði í Berlin. Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 25.85, 53.52 (27.67), 1:21.49 (27.97) og 1:49.35 (27.86), sí úrslitalistan her.
Klokkan 06:30 føroyska tíð fer hann at luttaka í finaluni í 1500 metra frísvimjing, har kappingin verður serliga ein japani kallaður Ayatsugu Hirai, umframt Michael Klueh úr USA. Kappingin fer møguliga at kunna síggjast á FinaTV – sigi møguliga tí at tey onkuntíð droppa innleiðandi langteinin (800 hjá kvinnum, 1500 hjá monnum).